Hesi brúka mest streym í mun til íbúgvaratalið

Hesi brúka mest streym í mun til íbúgvaratalið
Myndir frá fylgisveinum hjá NASA vísa, hvørji lond brúka mest streym
Stórbýir sum Madrid og Moskva síggja lættliga, og eisini fólkaríku økini kring Níl-ánna í Egyptalandi
Mynd: NASA  
 
02.10.2014 - 11:33

Myndirnar í hesi greinini vísa dátur frá finska Suomi NNP-fylgisveininum frá 2012. Fylgisveinurin kann við infrareyðu kanalunum finna ljós frá ymiskum keldum, eitt nú skógareldum, gasseldi - og ljósi í býnunum.

Vakrar myndir av ljósi í býunum geva tó ikki rættvísu myndina av, hvar mesti streymurin verður brúktur í mun til íbúgvaratalið ella hvussu stórt CO2-útlátið er í sambandi við orkunýtsluna. Sí mynd niðanfyri.

Skandinavia í toppinum

Dátur frá The World Bank frá 2011 vísa, at norðmenn eru millum tey, sum brúka mest orku fyri hvønn íbúgva.

23.174 kiloWatt-tímar á hvørjum ári, meðan finnlendingar og sviar brúka ávikavist 16.000 og 14.000 kiloWatt-tímar.

Til samanberingar brúkar ein dani bara 6.122 kiloWatt-tímar. Men her skal leggjast aftrat, at stórur partur av orkuni á Skandinavisku hálvoynni stavar frá varandi orku, so sum vatnorku, og tí geva tølini ikki rættvísa mynd av CO2-útlátinum.

 

Foto: NASA

Størsti brúkarin

Men landið, sum brúka mest streym fyri hvønn íbúgva er, uttan samanbering, er ikki USA, sum nógv vildu mett, men Ísland.

Ikki minni enn 52.374 kiloWatt-tímar fyri hvønn íbúgva, og einki annað land kemur nær námid. Og tað hevur sína orsøk.

Aluminiumsframleiðslan í Íslandi brúka sera nógva orku, og tey trý reinsingarstøðini (raffinaríini) brúka meira enn fimm ferðir so nógva orku til framleiðsluna, sum allir íslendingar til samans, - hóast teir ikki lýsa so væl myndini.

Amerikanarar brúka góðar 13.000 kiloWatt-tímar um árið, og Haiti er landið, sum brúkar minst, - 32 kiloWatt-tímar fyri hvønn íbúgva um árið.

 

Foto: NASA

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290