Løkke endurvaldur

Løkke endurvaldur
Lars Løkke Rasmussen kann aftur gerast forsætisráðharri í Danmark komandi ár.
 
04.10.2014 - 11:38

Lars Løkke Rasmussen er blivin endurvaldur sum formaður fyri Vinstra flokkin í Danmark.

Um vikuskiftið er landsfundur í Vinstra, og nú í morgun varð Lars Løkke Rasmussen endurvaldur sum formaður fyri Vinstra. Tað tók tó neyvan nakran á bóli, tí ongin stillaði upp móti Lars Løkke Rasmussen. 

Lars Løkke Rasmussen var í einum sonnum óðnarveðri í donskum fjølmiðlum fyri bert nøkrum mánum síðan, tá fleiri gølur vóru frammi um hansara privatu nýstlu av pengum hjá Vinstra. Lars Løkke yvirlivdi tó illveðrið.

Nú benda veljarakanningarnar á, at Lars Løkke Rasmussen aftur verður forsætisráðharri í Danmark. Í 2015 verður fólkatingsval, og sambært veljarakanningunum fer Vinstra Flokkurin at vinna valið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655