Geir H. Haarde sendiharri í USA

Geir H. Haarde sendiharri í USA
Fyrrverandi íslendski forsætisráðharrin tekur við nýggja starvinum í 2015
 
05.10.2014 - 09:27

Fyrrverandi íslendski forsætisráðharrin, Geir H. Haarde, verður nýggjur íslendskur sendiharri í USA. 

Hann tekur við starvinum í nýggja árinum.

Geir H. Haarde var forsætisráðharri frá 2006 til 2009. Frammanundan var hann uttanríkisráðharri og fíggjarmálaráðharri. 

Hann var formaður í Sjálvstæðisflokkinum frá 2005 til 2009.

Geir H. Haarde, sum er útbúgvin búskaparfrøðingur í USA, var forsætisráðharri, tá búskaparkreppan í Íslandi leikaði sum harðast, og hann gavst í politikki í 2009.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262