Pallborð: Eitt nýtt málstríð skal til

06.10.2014 - 22:09
Lívsstílur
Pallborð: Eitt nýtt málstríð skal til
Nýggja málstríðið er stríð fyri at fáa samskiftistøknina føroyskaða. Tað er ein av niðurstøðunum eftir pallborðsfund um børn og føroyskt mál
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Mynd: Heidi Lava Elgeirsdóttir  

Stundin er komin at leggja kegl og ósemjur um málið tilsíðis og heldur seta út í kortið eina ætlan fyri, hvussu føroyskt mál eisini verður tøkt í samskiftistøknini, tí hetta er tað týdningarmesta stigið í at menna føroyskt mál.

Tað var breiða semjan millum luttakararnir á pallborðsfundi um børn og føroyskt mál í skúlanum við Løgmannabreyt, sum Barnaútvarpið hevur tikið stig til. Samstundis ásannaðu tey, at tað ber ikki til at týða alt, sum er, til føroyskt. 

Gestir við borðið eru Oddfríður Marni Rasmussen, lærari, Katrin Bjarnadóttir, námsfrøðingur og taluráðgevi, Vár í Ólavsstovu, móðirmálsfrálærufrøðingur, Katrin Petersen, foreldur og Høgni Reistrup, miðlafrøðingur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. mai
Jambalaja - takk fyri hesaferð
192669
Leygardag 31. mai
Vikan 31. mai 2025
192633
Leygardag 31. mai
Morgunlestur leygardagur 31.mai 2025
192277
Leygardag 31. mai
Upp á tá - 300525
192624
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025: 10 MANNAFØR
192646
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025: 5 MF KVINNUR
192643
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025: 6 MF MENN
192644