- Tíðindi, mentan og ítróttur
Íleggjarar nøgdir við úrslitið hjá BankNordik

Hóast úrslitið hjá BankNordik versnaði nógv í fjør samanborið við árið fyri, bendir nógv á, at íleggjararnir eru væl nøgdir við ársroknskapin.

Áhugin at keypa partabrøv í BankNordik er framvegis stórur, og virðið á partabrævinum vaks 13,5 prosent fyrstu tveir tímarnar eftir, at keypsskálarnir lótu upp í morgun, skrivar Børsen.

31 mió. kr. í avlopi

BankNordik hevði 31 milliónir í avlopi fyri skatt í fjør. Hetta er nógv minni enn í 2010, tá avlopið var 416 milliónir krónur. Men tá hevði bankin eisini selt Bakkafrost.

Tað eru útreiðslurnar í sambandi við at keypa Amagerbankan, sum gera úrslitið soltnari hesaferð. Harafturat gjørdi ódnarveðrið í vetur, at inntøkurnar frá tryggingarvirkseminum hjá samtakinum vórðu færri enn væntað.

Nevndin sigur í ársfrágreiðingini, at roknskapurin er munandi merktur av eingangsútreiðslum, sum eru tilsamans 103 milliónir krónur. Tær hava samband við at keypa og samansjóða Amagerbankan. BankNordik keypti Amagerbankan miðskeiðis í 2011, og árið fyri keypti bankin nakrar partar av Sparbank.

Betri rakstur

Rakstrarúrslitið í fjør er betri enn árið fyri. Inntøkurnar av rakstrinum vóru 754 milliónir krónur. Hetta eru 13 prosent meira enn árið fyri. BankNordik væntar, at framgongdin í rakstrarinntøkunum fer at halda fram í ár.

Nevndin í BankNordik mælir til, at onki vinningsbýti verður latið fyri 2011. Úrslitið verður flutt til 2012. Solvensurin hjá Bank Nordik var 15,6 prosent um ársskiftið. Minsta krav til solvens er átta prosent.