Smyril Line góðar níggju milliónir í avlopi

Smyril Line góðar níggju milliónir í avlopi
Gongdin í felagnum er vend, og raksturin er batnaður 25 mió. kr. samanborið við 2010
Nú gongur betur hjá Smyril Line. Rkasturin batnaði 25 mió. kr. í fjør.

16.03.2012 - 14:45

Fyri fyrstu ferð í fleiri ár hevði Smyril Line avlop í fjør. Vinningurin var 9,3 milliónir krónur, og úrslitið er 25 millónir krónur betri enn í fyrraárið, tá hallið var 15,7 milliónir krónur.

Tað eydnaðist at fáa yvirskot, hóast oljuútreiðslurnar í fjør vóru 10 milliónir krónur størri enn í 2010.

Smyril Line sigur, at høvuðsorsøkin til, at úrslitið batnaði, er størri søla og munandi sparingar í rakstrinum. Raksturin var slakar 19 milliónir krónur bíligari í fjør enn árið fyri. Størstu sparingarnar eru í umsitingini og lønarútreiðslum.

Í november í fjør varð kapitalgrundarlagið hjá Smyril Line styrkt við 40 milliónum krónum, og samstundis er gjaldførið næstu árini bøtt við 150 milliónum.

Útlitini eru góð

Smyril Line sigur, at útlitini eru góð. Dentur verður lagdur á at bjóða betri tænastu umborð á Norrønu, og roynt verður at spara enn meiri í rakstrinum. Men oljuprísurin er framvegis ein avjóðing, sigur felagið.

Jens Meinhard Rasmussen heldur fram sum nevndarformaður í Smyril Line eftir aðalfundin í dag. Hinir nevndarlimirnir eru Teitur Poulsen, Linda Bjørk Gunnlaugsdóttir og Hendrik Egholm.

Stjóri í Smyril Line er Rúni V. Poulsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763