Fróðskaparsetrið verður dagført

Fróðskaparsetrið verður dagført
Sambært lógaruppskotinum skal Setrið hava innaneftirlit, sum skal góðskumeta útbúgvingarnar. Trý ara gamla lógin verður nú dagførd
Lógin um Fróðskaparsetur Føroya, sum m.a. heldur til í hesum bygninginum við Jónas Broncksgøtu í Havn, verður nú dagførd.

14.03.2012 - 15:18

Løgtingið viðger í dag eitt uppskot frá Birni Kalsø, landsstýrismanni, um at dagføra lógina um Fróðskaparsetur Føroya.

Í 2008 vórðu Fróðskaparsetrið, Sjúkrarøktarfrøðiskúlin og Læraraskúlin løgd saman við navninum Fróðskaparsetur Føroya. Við hesi lóg vórðu hægru útbúgvingarnar í Føroyum lagdar saman í ein lærdóms- og granskingardepil, sum miðar eftir at tryggja samfelagnum og vinnulívinum viðkomandi útbúgvingar á hægsta altjóða stigi.

Samanleggingin hevur gingið væl, men neyðugt er við tillagingum, nú lógin hevur meiri enn trý ár baki, sigur Mentamálaráðið.

Sambært lógaruppskotinum fær Fróðskaparsetrið heimild at økja útbúgvingartilboðini, og neyvari reglur verða um fjarlestur, Phd-heiti, kærur, samstarvsavtalur og betri lestrarumstøður fyri lesandi við niðursettum virkisførleika.

Í framtíðini verða reglur um útbúgvingar ásettar í kunngerð og námsskipan í staðin fyri við lóg.

Innaneftirlit skal góðskumeta

Til tess at tryggja støðið í útbúgvingunum verður álagt Fróðskaparsetrinum at skipa fyri innaneftirliti, har útbúgvingarnar støðugt verða góðskumettar innanhýsis. Uttanhýsis serfrøði skal eisini meta um, hvørt Setrið lýkur altjóða krøv, sum verða sett hægri lærustovnum.

Tá nýggjan lógin um Fróðskaparsetrið kemur í gildi, fara lógirnar um læraraútbúgving og útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum úr gildi. Tó eru nøkur lesandi, sum enn útbúgva seg eftir gomlu reglunum. Læraraskúlin hevur víst á, at tað er hóskandi, at næmingarnir fáa freist til 2016 at gera seg lidnar við útbugvingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011