- Tíðindi, mentan og ítróttur
Avgreiða seinastu milliónirnar til Leirvíkarvegin

Løgtingið skal í dag endaliga samtykkja at játta fleiri pengar til nýggja landsvegin í Leirvík, so hann kann gerast liðugur.

Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, biður løgtingið um fýra milliónir krónur afturat, soleiðis at samlaði kostnaðurin fyri vegin kemur uppá 49 milliónir krónur. Harafturat koma tríggjar milliónir krónur til projektering.

Orsøkin til meirkostnaðin er, sambært innlendismálaráðnum, hægri lendisprísur í samband við ognartøku, øktar handverkaraútreiðslur og eyka projektering. Tí skal verklagslógin broytast, so heimild at at brúka 49 milliónir, heldur enn 45 milliónir til vegin.

Ein samd Fíggjarnevnd tekur undir við at játta fýra milliónir krónur afturat til vegin í Leirvík, men heldur samstundis, at tær tríggjar milliónirnar til projektering skulu takast við í sjáva verklagslógina, fyri á tann hátt at vísa eina rættari mynd av veruliga kostnaðinum.

3. viðgerð av málinum verður á tingfundinum, ið byrjar klokkan 11.