Kanada hækkar tilbúgvingina

Kanada hækkar tilbúgvingina
Orsøkin er, at yvirgangsfelagsskapir sum Islamskur Statur og al-Keida hava økt virksemi sítt, sigur ein talsmaður fyri stjórnina
Kanada økir tilbúgvingina eftir at Islamiskur statur og al-Keida hava økt um virksemi sítt
Mynd: Tilvildarlig savnsmynd/AP  
 
22.10.2014 - 08:15

- Hetta er ikki tekin um veruliga hóttan, sigur Jean-Christophe de Le Rue vegna ráðharran fyri almenna trygd, Steven Blaney.

Hetta hendir dagin eftir, at ein persónur, sum kanadiskir myndugleikar hava illgruna um at verða víðgongdur islamisktur, koyrdi á tveir kanadiskar hermenn á einum parkeringspláss í Quebec-økinum.

Annar hermaðurin lat lív. Løgreglan elti gerningsmannin, sum seinni varð skotin og doyði av løstinum á sjúkrahúsi.

Fyri einum mánaði síðani avgjørdi kandiska parlamentið at fara upp í altjóða samgonguni, sum stríðist móti IS í Irak.

Kanadiski forsætisráðharrin, Stephen Harper, segði tá, at landið møguliga fór at hækka tilbúgvingina í sambandi við yvirgang, eftir beinleiðis hóttanir frá IS. 

Sambært talsmanninum hjá stjórnini, merkir hækkingin av hóttanarstiginum, at kanadiska fregnartænastan hevur ábendingar um, at ein persónur ella bólkur í Kanada ella í útlandi, hevur ætlanir um og er førur fyri at fremja yvirgang.

25 ára gamli maðurin, sum í gjár koyrdi á tveir hermenn, telist millum 90 persónar, sum myndugleikarnar hava eftirlit við. Hann ætlaði í januar at fara úr Kanada fyri at fara upp í heilagt kríggj, men varð steðgaður á flogvøllinum.

- Vit kunnu ikki handtaka fólk, tí tey hava víðgongdar hugsanir. Og tað var sera trupult at forða honum í tí, hann gjørdi. Sjálvt um vit høvdu havt eftirlit við honum í gjár, høvdu vit ikki vitað, at hann ætlaði at brúka bilin sum vápn, sigur Martine Fontaine, leiðari fyri trygdini hjá kanadisku løgregluni.

Sambært kanadisku fregnartænastuni, CSIS, eru í minsta lagi 50 kanadiskir ríkisborgarar farnir uppí hernaðarligar islamistiskar bólkar í Miðeystri, skrivar Reuters-tíðindastovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286