Vit eru 145 færri í Føroyum

Vit eru 145 færri í Føroyum
í fjør vórðu bert fødd 575 børn, og so lágt hevur burðartalið ikki verið síani seinna heimsbardaga
Fólkatalið minkar støðugt, og nú verða eins fá børn fødd sum fyri seinna heimsbardaga, vísa hagtølini

12.03.2012 - 11:44

Fólkatalið minkar støðugt. 1. januar í ár vóru vit 145 fólk færri enn á nýggjárinum í fjør

Í fjør var burðaravlopið 212, men tá tað vórðu 357 fleiri, sum fluttu úr Føroyum enn til Føroya, minkar fólkatalið. 1. januar vóru 48.372 fólk skrásett at búgva í Føroyum.

Í 2011 vórðu 575 børn fødd, og so lágt hevur burðartalið ikki verið síðani fyri seinna heimsbardaga, skrivar Hagstovan á netinum.

2011 var triðja árið á rað, at fólkatalið minkaði. Hagstovan vísir á, at seinastu trý árini eru fleiri enn 1.000 fólk flutt av landinum. Í 2009 minkaði fólkatalið við 115 fólkum, í 2010 við 24 fólkum og í fjør við 145 fólkum.

Hagstovan hevur ikki góðar vónir um, at gongdin í fólkatalinum broytist, kemur vend ikki í. Tí við færri nýføðingum og vaksandi fráflyting, fækkast kvinnurnar í burðardyggum aldri eisini. Og tí er eingin beinleiðis ábending um, at fleiri børn verða fødd næstu árini, skrivar Hagstovan á netinum.

Aldursbólkurin, sum hevur størsta føðitíttleikan, eru tær 25 til 29 ára gomlu kvinnurnar. Men hesin aldursbólkur er fækkaður, úr 1559 í 2002 og heilt niður á 993 í 2012 - afturgongdin er 36 prosent eftir 10 árum. Og aldursbólkurin beint undir hesum - tær 20 til 24 ára gomlu - er eisini fækkaður við 33 prosentum hetta tíðarskeiðið.

Størsta minkingin í fólkatalinum í fjør var í Tórshavnar, Nes, Runavíkar, Sands, Tvøroyrar og Sørvágs kommunum. Lutfalsliga var minkingin størst í Kunoyar, Húsa og Sands kommunum.

Hinvegin vaks fólkatalið í Klaksvíkar, Vága, Vestmanna og Sunda kommunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328