Frambrot í sambandi við ebola

Frambrot í sambandi við ebola
Kanadiskir og amerikanskir granskarar hava ment eina koppseting við góðum úrslitum, men hon er ikki góðkend enn
Ebola hevur smittað meira enn 9-túsund fólk og meira enn helvtin av teimum er deyð
Mynd: theconversation.com  
 
22.10.2014 - 11:41

Í eini roynd at niðurberja ebola-sjúkuna, hava kanadiskir og amerikanskir granskarar í meira enn 10 ár arbeitt við at ment eina koppseting.

Granskingin hjá teimum er nú komin so langt, at í hesi vikuni verða 800 koppsetingarroyndir sendar úr Kanada til Vesturafrika. Tað skrivar The Conversation.

Nýggja koppsetingin hevur navnið VSV-EBOV, vesicular stomatitis virus - ebolavirus, sum er ein genspleisað virus, sum hevur basis í djóravirusinum, VSV, sum sprottin úr rabies-virussini.

Royndir við góðum úrslitum

Granskarar hava staðfest, at júst henda virus kann gera mótstøðuevni móti ebola-sjúkuni.

Royndir eru gjørdar VSV-EBOV á djórum, sum vórðu smittað við ebola, og VSV-EBOV vísti seg at virka 100 prosent á øllum royndardjórunum, fýra vikur eftir at tey vórðu smittað, skrivar heimasíðan: theconversation.som.

Her kanst tú lesa greinina um ebolakoppsetingina

Sambært heimasíðuni, er bara neyðugt við lítlari nøgd av koppsetingini, og trygdar-profilurin er høgur, - eisini hjá djórum við vánaligari immunverju.

Tað er enn ikki greitt, hvørji øki í VesturAfrika royndar-koppsetingar verða sendar til. Koppsetingin er tó ikki góðkend enn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375