Fíggjarætlanin hjá Havnini samtykt fyrru ferð

Fíggjarætlanin hjá Havnini samtykt fyrru ferð
Raksturin hjá kommununi táttar nú í hálva milliard. Íløgur fyri fjórðings milliard næsta ár
Tórshavnar býráð samtykti fíggjarætlanina fyri 2015 í gjárkvøldið. Fíggjarætlanin skal hava eina viðgerð afturat í býráðnum.
 
31.10.2014 - 08:07

Tórshavnar kommuna fær góðar 670 milliónir krónur í skatti næsta ár,  hálvt fjórða prosent meira enn í ár.

Tað sigur fíggjarætlanin hjá kommununi fyri 2015. 

Raksturin hjá kommununi fer at kosta nakað meira enn í ár. Hann fer at kosta knappliga 490 milliónir næsta ár.

Íløgur skulu gerast fyri 224 milliónur krónur.  

10 mió. kr. eru settar av til Vesturskúlan, 55 mió. kr. til brúnna um Sandá og 20 mió. kr. til musikkskúlan. 

Sama skattaprosent

Arbeiðið við Tórsvølli heldur fram, og peningur er settur av til at byggja út høllina í Gundadali. 

Skattaprosentið í Tórshavnar kommunu verður tað sama næsta ár sum í ár, 20,25 prosent, og barnafrádrátturin 8.000 kr.     

Við ársbyrjan í ár var langfreistaða skuldin hjá Tórshavnar kommunu 126 mió. kr. 

Fíggjarnevndin samtykti í 2011 at læna 50 mió. kr. Hetta lánið er tó ikki tikið enn. 

Nógv bygging

Um byggiætlanirnar hjá kommununi verður sagt, at brúgvin um Sandá verður liðug á ólavsøku næsta ár.

Nýggi Vesturskúlin verður fíggjaður við láni. Tað arbeiðið byrjar av álvara í 2016.  

Tá Vesturskúlin er liðugur, verður Hoyvíkar skúli høvuðsumvældur.

Fimm milliónir eru settar av til at umvæla dagsstovnin Birkilund. Pengar eru eisini til dagsstovnin í Kollafirði.

Og fimm milliónir eru settar av til miðbýin. 

Fyrsta viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2015 var í gjárkvøldið. Fíggjarætlanin varð samtykt. Hon fekk tíggju atkvøður. Tjóðveldisfólkini atkvøddu ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Politikkur
Samferðsla