Vit hava ikki skrásett vandaøkini nóg væl

Vit hava ikki skrásett vandaøkini nóg væl
Seks øki eru skrásett, har vandi er fyri vatnflóð í Hordaland, men ikki í Odda, har fimm hús fóru mikunáttina, sigur talsfólk hjá kommununi
Áarføri í Odda í Noregi
Mynd: NRK  
 
31.10.2014 - 09:17

Tekniski leiðarin í Odda, Jostein Eitrheim, viðgongur, at kommunan ikki hevur gjørt arbeiðið til fulnar, men vísir aftur skuldsetingunum um, at tey hava sett mannalív í váða.

- Vit hava ikki gjørt tær neyðugu skrásetingarnar, so ávaringar kundu verið sendar út, men vit høvdu neyvan gjørt á henda hátt eina aðru ferð, men eg vil ikki siga, at vit hava sett mannalív í vaða, sigur Eitreim við NRK.

Skrásetingin kostar nógv

Ein talsmaður frá vatn- og orkuráðnum, Olav Samdal, sigur at tey nágreiniliga hava skrásett økini har flest fólk búgva í Hordaland, nevniliga Dale, Eidfjord, Etne, Nesttun, Os og Voss, men tað er sera kostnaðarmikið at gera hesar nágreiniligu skrásetingarnar, sigur Olav Samdal.

- Vit royna at raðfesta økini, sum verða skrásett, sigur Samdal, og spurdur um tey ikki skuldu havt raðfest Odda hægri, sigur hann, at í dag kundi verið sagt at tað skuldi verið gjørt, men hetta er rættuliga kostnaðarmikið arbeiði, sigur hann.

Trupuleikin í Odda var, at áin rættiliga skjótt fór um áarbakkan og tók fimm hús við sær. Ein teirra, sum sá sítt hús fara, er Knut Granheim. Hann sigur at hann sá eitt blátt blunk, tá stórt skamlop var í húsinum, og síðan fór húsið við ánni. Hetta tók bert nøkur fá sekund, sigur Knut Granheim við NRK.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107