Formaðurin: Mentamálaráðið gav grønt ljós

Formaðurin: Mentamálaráðið gav grønt ljós
Formaðurin í stýrinum fyri Tekniska skúla í Havn ætlar ikki at lata ákærurnar frá Fíggjarmálaráðnum fara aftur við borðinum

07.03.2012 - 14:35

Seinasta orðið er neyvan sagt í málinum um nevndarsamsýningarnar í sambandi við fyrireikingina av Skúladeplinum í Marknagili.

Stýrið fyri Tekniska skúla í Havn ætlar neyvan at lata ákærurnar, sum Fíggjarmálaráðið er komið við, fara aftur við borðinum. Tað sigur Magnus Magnussen, stýrisformaður.

Tað var í gjár, at Fíggjarmálaráðið gav bæði stýrinum fyri Føroya Handilsskúla og Tekniska Skúla í Havn hvør sína átalu fyri handfaringina av málinum.

Grundgevingarnar eru millum m.a.:

- at stýrini ikki hava borið seg hóskandi at,

- at tey ikki hava kannað reglurnar fyri samsýningum til nevndarlimir,

- og tað tey ikki hava steðgað samsýningunum til seinnu bygginevndina.

Kundu sjálvi áseta samsýningar

Stýrisformaðurin fyri Tekniska skúla vísir hesum aftur.

- Vit hava millum annað víst á, at stýrið er ovasta leiðsla í einum sjálvsognarstovni, og at vit fingu grønt ljós úr Mentamálaráðnum sjálvi at áseta samsýningarnar, sigur Magnus Magnussen, sum heldur málið vera prinsipielt. Hann er harumframt ónøgdur um, at Fíggjarmálaráðið í síni viðgerð ikki tykist hava tikið atlit at grundgevingunum, sum ein løgfrøðingur sendi vegna stýrið.

Fíggjarmálaráðið staðfestir í niðurstøðuni, at hvørki Reidar Nónfjall, táverandi stjóri á Føroya Handilsskúla, ella Egon Øregaard, stjóri á Tekniska skúla í Havn, høvdu heimild til at fáa nevndarsýning eftir mai 2008, tá Mentamálaráðið yvirtekur leiklutin sum byggiánari frá báðum skúlastýrunum.

Tí skulu stýrini hvør í sínum lagi krevja aftur ávíkavist góðar 495.000 krónur frá Reidari Nónfjall og 45.000 krónur frá Egoni Øregaard.

- Hóast vit ikki meta, at Fíggjarmálaráðið kann áleggja okkum nakað - einans koma við áheitanum - so fara vit helst at viðgera tað á nevndarfundi í næstum, sigur Magnus Magnussen.

Onkur sleppur undan

Ein lærari, sum eisini fekk samsýning frá Tekniska skúla fyri at sita í nevndini, sleppur  - eins og læraraumboðið fyri Føroya Handilsskúla - undan at rinda, tí hann sambært Fíggjarmálaráðnum má metast at hava verið í góðari trúgv. Skúlastjórin hevur latið honum samsýningina.

Nevndarsamsýningarnar, sum vórðu latnar fyrru bygginevndini fyri 2008, kunnu sambært Fíggjarmálanum neyvan krevjast afturgoldnar, tí bæði stýrini helst hava verið í góðari trúgv, og hava mistulkað ein teldupost úr Mentamálaráðnum, sum staðfesti, at stýrini sjálvi kunnu áseta samsýningar.

Reidar Nónfjall, fyrrverandi stjóri á Føroya Handilsskúla, gjørdi í gjár greitt, at hann ætlar sær ikki at gjalda samsýningina aftur. Stýrið fyri Handilsskúlan verður kallað saman í næstum at viðgera støðuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. desember
Akademia:"Hvat er dygd?"
201072
Leygardag 6. desember
PLÁTUPANELIÐ #34 (1980)
201137
Leygardag 6. desember
Jambalaja - 061225
201123
Leygardag 6. desember
Vikan 6. desember 2025
201115
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067