Keypa aðrastaðni enn í bygdarhandlinum

Keypa aðrastaðni enn í bygdarhandlinum
Bygdarhandilin hevur sosialan týdning, men vørurnar eru ov dýrar, og úrvalið er ov lítið, vísir ein kanning

07.03.2012 - 09:03

Hóast 90 prosent av bygdarfólkinum siga, at bygdarhandilin hevur sera stóran týdning fyri fólk og bygd, keypa 62 prosent helvtina ella meira enn helvtina av sínum vørum aðra staðni enn í bygdarhandlinum.

Tað vísir ein kanning, sum Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning hevur gjørt.

Fólk siga, at umframt møguleikan at keypa gerandisvørur, hevur bygdarhandilin sosialan týdning, tí har hittast fólk og fáa eitt gott prát.

Men avgerandi týdning fyri fólkið í bygdini hevur handilin tó ikki, tí bara 39 prosent av bygdarfólkinum keypa allar sínar vørur har, og 38 prosent keypa helvtina ella minni enn helvtina í bygdarhandlinum.

Í Føroyum eru sjey bygdarhandlar við í verkætlanini. Talan er um handlar á Viðareiði, í Hvannasundi, Oyndarfirði, Nólsoy, Hvalba og Porkeri.

Annað hvørt viðskiftafólk heldur, at vørurnar eru ov dýrar, og at úrvalið er ov lítið.

Verkætlanin vísir, at tað er ein fyrimunur hjá bygdarhandlunum at bjóða fólki fleiri tænastur, so sum at fólk kunnu fáa sær ein kaffimunn í handlinum, keypa bløð, posta, taka pengar út, keypa apoteksvørur, fara ókeypis á internetið og serlig tiltøk fyri ferðavinnuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044