Peningur játtaður at steðga menniskjahandli

Peningur játtaður at steðga menniskjahandli
Norðurlendska ráðharraráðið hevur avgjørt at játta fleiri pengar til arbeiðið at steðga handli við menniskjum. Uppskotið kemur frá Anniku Olsen
Norðurlendska ráðharraráðið hevur játtað meira pening til arbeiðið at steðga handli við menniskjum
Mynd: AP  
 
04.11.2014 - 08:20

Annika Olsen, landsstýriskvinna í norðurlandamálum, hevur, vegna norðurlendsku samstarvsráðharrarnar, lagt uppskot fram, ið skal verða eitt stig á leiðini at steðga menniskjahandli.

- Handil við menniskjum er grov vanvirðing av mannarættindum. Eisini í norðurlondum er trupulleikin eyðsýndur. Hetta er ein vanlagna fyri tey, sum verða rakt, og vit kunnu ikki góðtaka, at slíkur ágangur sleppur at virka í okkara samfelag, sigur Annika Olsen í tíðindaskrivi.

Ráðharraráðið fer at virka fyri, at Norðurlond samstarva við baltisku londini. Talan er um samstarv millum viðkomandi myndugleikar, ið skal hava við sær, at netverk verða ment og styrkt.

Endamálið er at tryggja, at bæði vitan og royndir skulu koma øllum til góðar. Lógarverk, arbeiðsmarknaður og heilsu- og almannaøki eru dømi um samstarv, ið skulu styrkjast næstu trý árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881