- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýrismaðurin: Túratalið verður ikki skert

Stendur tað til landsstýrismannin í samferðslumálum, Johan Dahl, verður túratalið hjá Smyrli ikki skert. Tað sigur Johan Dahl í svari til Henrik Old úr Javnaðarflokkinum, sum spurdi um túratalið hjá Smyrli.

Johan Dahl sigur, at nýggju hvílitíðarreglurnar kunnu vísa seg at vera ein avbjóðing, men avgjørt er at halda fast við galdandi ferðaætlan og at hava somu manning sum nú.

SÍ EISINI <a href="http://kvf.fo/greinar/2014/09/25/henrik-old-spyr-um-turatalid-hja-smyrli... Old spyr um túratalið hjá Smyrli

Strandferðslan skal nýta næsta árið at gera sær royndir við nýggju reglunum og samstarvinum við Sjóvinnustýrið, sum umsitur hvílitíðarreglurnar.

Vísir tað seg neyðugt at laga arbeiðsætlanirnar til, kann tað gerast, tá Strandferðslan hevur fingið neyðugu royndirnar eftir siglingina í vetur, sigur Johan Dahl.