Seyðir verða sýnaðir um landið

Seyðir verða sýnaðir um landið
Landsseyðasýningin verður eins og síðstu árini, at sýnsmenn fara út í økini at sýna. Hetta verður í tíðarskeiðnum 13. til 15. november
Nú verður landsseyðasýning aftur
Mynd: Savnsmynd  
 
06.11.2014 - 11:02

 

Fyri at luttaka í landsseyðasýningini, skal seyðurin hava fingð eina váttan uppá, at hann er sýnaður á lokalari sýning av trimum sýnarum, harav tveir skulu vera góðkendir. 

Seyðurin skal meldast til landsseyðasýningina á Búnaðastovuni í síðsta lagi mánadagin tann 10. november 2014 kl. 15.00.

Valdir verða 5 góðkendir sýnsmenn, umframt ein samskipari og ein skrivari.

Tá tær lokalu sýningarnar hava verið, fara valdu sýnsmennirnir runt til økini at sýna 3 teir vakrastu veðragjólingarnar, tann besta veturgamla veðrin og tann besta veðrin tvey ár ella eldri. 

Sýnsmennirnir koma at hava myndir at styðja seg til, tá teir skulu velja teir vakrastu seyðirnar. Aftaná, at vakrastu seyðir og veðrar eru funnir, skulu sýnsmenninir taka støðu til møguligar úrvalsseyðir millum hesar. Um seyður nummar eitt ikki kann verða úrvalsseyður, kunnu nummar tvey og trý heldur ikki verða. Úrvalsseyðirnir verða valdir við meiriluta millum teir tríggjar dómararnar. Sýnsmaður, ið er ógegnigur, hevur skyldu at boða samskiparanum frá. 

Vegleiðingin frá Búnaðarstovuni kann lesast her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025