Tímalønin fyri at kanna Kaj og Kára er 2.000 kr.

Tímalønin fyri at kanna Kaj og Kára er 2.000 kr.
Løgtingið hevur ikki átikið sær at rinda fyri hjásetarnar hjá løgmanni og fyrrverandi landsstýrismanninum í innlendismálum.
3.000 skjøl í tunnilsmálinum eru umsett til danskt, eisini alt tað, sum var svart, tá Kringvarpið fekk innlit í málið.
 
07.11.2014 - 07:46

Enn veit eingin, hvussu nógv kanningin av málinum um privata Eysturoyartunnilin fer at kosta løgtinginum og landskassanum.

Men tað verða nakrar milliónir krónur.

Hans Gammeltoft-Hansen, kanningarstjóri, sigur, at hann fær 2.000 kr. um tíman fyri sítt arbeiði. Frá februar, tá hann byrjaði, til síðst í september brúkti hann 312 tímar. Teir geva 624.000 kr. 

Hann hevur higartil brúkt okkurt um 25.000 kr. til ferðir og uppihald í Føroyum, sigur hann.

Hans Gammeltoft-Hansen sigur, at hann vil ikki upplýsa, hvussu nógv báðir advokatarnir, hann hevur at hjálpa sær, og hjásetarnir báðir, fáa.

Tað mugu tit spyrja løgtingið um, sigur kanningarstjórin.

Skjølini umsetast

Hans Gammeltoft-Hansen sigur, at nakrar hundrað túsund krónur eru brúktar til at umseta 3.000 skjøl úr føroyskum til danskt.

Hann sigur, at tá løgtingið spurdi, um hann vildi vera kanningarstjóri, gjørdi hann vart við, at hann dugur ikki føroyskt og tí fór at verða neyðugt at umseta skjølini í málinum. Tað var í lagi, fekk hann at vita.

Løgtingið rindar ikki hjásetar 

Hans Gammeltoft-Hansen hevur tvey fólk at hjálpa sær við kanningararbeiðinum, advokatarnar Majken Johansen og Jens Wang. Sambært Løgtingsskrivstovuni er teirra tímaløn  á sama stigi sum hjá kanningarstjóranum. 

Men Løgtingsskrivstovan hevur ikki átikið sær at gjalda fyri hjásetarnar hjá løgmanni og fyrrverandi landsstýrismanninum í innlendismálum. Kaj Leo Holm Johannesen og Kári P. Højgaard hava ávíkavist advokatarnar Sigmund Poulsen og Jógvan Páll Lassen sum hjásetar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
APO00157 - teknmálstulkað
205845
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808