Íslendski forsetin á topp-5 lista sum ríkisleiðari

Íslendski forsetin á topp-5 lista sum ríkisleiðari
Ólafur Ragnar Grímsson hevur verið forseti síðani 1996, - tilsamans í 18 ár, og er nummar 18 á listanum
 
10.11.2014 - 08:05

Íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, er á altjóða listanum yvir ríkisleiðarar, sum hava sitið longst, vísur yvirlit, sum The Washington Post hevur gjørt.

Ólafur Ragnar hevur verið forseti síðani 1996, - tilsamans í 18 ár, og er nummar 18 á listanum.

Meira enn 30 ár

Fimm ríkisleiðarar hava sitið longri enn 30 ár. Teir eru Paul Biya úr Cameroun, Teodoro Mbasogo úr Ekvator Guinea, José Eduardo dos Santos í Angola, Robert Mugabe í Zimbabwe og Ali Khamanei í Iran.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur sitið við valdi í 15 ár, - íroknað tíð hansara sum forsætisráðharri.

(greinin heldur fram niðanfyri myndina)

 

 

Umhugsar støðuna

Ólafur Ragnar Grímsson hevur sagt, at hann fer at sita hetta forsetaskeiðið aftrat, og tað endar í juli 2016.

Hann hevur ikki upplýst, um hann stillar uppaftur tá.

Sambært íslendsku grundlógini er einki mark fyri, hvussu nógv skeið ein forseti kann sita. 

Meiningakanning

Sambært meiningakanningum, sum íslendska Fréttablaðið, hevur gjørt, svaraðu níggju prosent av teimum spurdu, at tey vildu hava Ólafur Ragnar Grímsson sum forseta næsta skeið eisini.

Men 47 prosent svaraðu, at tey vildu hava fyrrverandi borgarstjóran í Reykjavík, Jón Gnarr, valdan. Leikluturin hjá íslendska forsetan er symbolskur.

(kelda: The Washington Post)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025