25 ár síðani at Múrurin fall

25 ár síðani at Múrurin fall
Í dag hevur verið ein stór hátíðarløta í Berlin í samband við, at 25 ár eru liðin síðan, at Múrurin fall.
09.11.2014 - 21:15

Tað hevur verið ein stór ljósveitsla í týska høvuðsstaðnum, Berlin, í kvøld 9. novembur. Í dag eru nevniliga 25 ár síðani, at Berlinmúrurin fall. Múrurin, sum síðan 1961 súmboliseraði stríðið millum kommunismuna og kapitalismuna.

 

Í dag, 25 ár seinni, er jarnteppið burtur, og ístaðin varð Berlin upplýst av 8.000 lýsandi ballónum, ið myndaðu eina 15 km langa linju – linjan, har múrurin áðrenn stóð og býtti Berlin í tvey.

 

Tað eru brøðurnir Marc og Christopher Bauder, ið standa aftanfyri átakið, sum verður nevnt ”Lichtgrenze”, ið merkir ljóslandamark.

 

Kelda: dr.dk

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.