- Tíðindi, mentan og ítróttur
209 umsóknir um at fiska makrel

Áhugin fyri at sleppa upp í part, tá makrelurin skal býtast í ár, er nógv størri enn í fjør, tá hann eisini var óvanliga stórur.

Higartil hevur Fiskimálaráðið fingið 209 umsóknir um makrelloyvi.

Millum umsóknirnar er ein frá samtakinum Sjófeli, sum er samtak hjá 103 útróðrarbátum í bólkunum fýra og fimm.

Sjófeli søkir um 15 prosent av kvotuni, 22.250 tons, 216 tons upp á bátin. Sjófeli søkir eisini um loyvi til at fiska ein part av kvotuni við nótaskipi, sum samtakið ætlar at útvega sær.

Sambært umsóknini frá Sjófeli, sum Óli Jacobsen hevur undirskrivað, er ætlanin, at samtakið seinni skal gerast eitt partafelag.

Sjófeli vísir á í umsóknini, at í Norra fáa útróðrarbátar 15 prosent av makrelkvotuni.