Pensjónsaldurin í Danmark hækkar upp í 68 ár

Pensjónsaldurin í Danmark hækkar upp í 68 ár
Stjórnin umhugsar at hækka pensjónsaldurin upp í 68 ár frá 2030
 
10.11.2014 - 15:40

Danir, sum eru undir 52 ár, skulu rokna við at vera 68 ár, áðrenn teir fáa eftirløn. Stjórnin umhugsar at hækka pensjónsaldurin upp í 68 ár.

Í 2006 gjørdu politisku flokkarnir eina semju um, at pensjónsaldurin skal stigvíst hækka úr 65 upp í 67 ár, frá 2022 til 2030.

Longu nú verður staðfest, at síðani avtalan varð gjørd í 2006, er livialdurin hækkaður nakað aftrat, og tí verður longu nú tosað um at hækka pensjónsaldurin upp í 68 ár.

Tí fer stjórnin at virka fyri at pensjónsaldurin verður hækkaður upp í 68 ár frá 2030.

Vinstri tekur undir

Og líkt er til, at stjórnin fær undirtøku fyri uppskotinum, tí Vinstri sigur seg taka undir við ætlanini.

Danska Fíggjarmálaráðið almannakunngjørdi tøl í vár, sum vístu, at 50 milliardir kr. fara at resta í á fíggjarlógini, um einki verður gjørt.

Tí verður mælt til at halda seg til semjuna frá 2006. Annars verður neyðugt at hækka skattirnar ella skerja vælferðina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949