- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skulu veita trygd fyri 200.000 kr.

Reiðaríið hjá Christiani í Grótinum skal veita trygd fyri 20.000 pundum, góðum 200.000 kr., áðrenn uppsjóvarskipið, Christian í Grótinum, kann loysa frá bryggju í Lerwick.
Tað var úrslitið av fundinum ímillum skiparan, ein sakførara og myndugleikarnir í Hetlandi.
Málið ímóti skipinum kemur fyri í rættinum í desember.
Fiskiveiðueftirlitið gav skipinum boð um at fara inn til Lerwick seinnapartin sunnudagin, tá Christian í Grótinum var á veg heim úr bretskum sjógvi til Føroya.
Júst hvør ákæran er, er ikki greitt, men tosað verður um eina reglu, sum sigur eitthvørt um at virka fiskin umborð á skipinum.
Vit vænta at fáa eina viðmerking frá Eyðuni Rasmussen, reiðara, seinni.
























