- Tíðindi, mentan og ítróttur
SMS á føroyskar hendur burturav

Nú eru tað bara føroyingar, sum eiga sølumiðstøðina, SMS, í Havn.

Íslendska felagið, EB1, sum í 1998 keypti seg inn í SMS, hevur júst selt sína helvt í sølumiðstøðini. Nýggju partaeigararnir eru Gullak Madsen, reiðari í Hirtshals, sum hevur keypt 37 prosent, og partafelagið N.J.Mortensen á Tvøroyri, sum hevur keypt 13 prosent.

Størsti eigarin í SMS, Niels Mortensen, eigur framvegis 50 prosent av samtakinum.

- Sjálvt um vit hava havt gott samstarv við íslendingar, fegnist eg um, at tað hevur eydnast okkum at fáa tveir sterkar, føroyskar viðspælarar í fyritøku okkara, sigur Niels Mortensen, stjóri og høvuðseigari í SMS.

Í nevndini í SMS eru nú Christian Andreasen, Gullak Madsen, Gudmund Mortensen, Annfinn V. Hansen og Mogens Nielsen.

Broytingarnar í eigaraviðurskiftunum fara ikki at ávirka virksemið hjá SMS, siga eigararnir.

Mynd:
Verandi
høvuðseigari, Niels Mortensen, her avmyndaður saman við nýggju
medeigarunum. Frá vinstru Gudmund Mortensen, Niels Mortensen,
Gullak Madsen og Desiree Mortensen.