Oljuprísurin lækkar framvegis

Oljuprísurin lækkar framvegis
Høvuðsorsøkin er, at USA er farið at økja sín part av skiferolju
 
12.11.2014 - 14:34

Hóast altjóða orkufelagskapurin ávarar ímóti lækkandi oljuprísunum, so halda prísirnir fram at falla.

Í morgun var oljuprísurin farin niður um 81 dollarar fyri tunnuna, og tað er lægsti prísurin seinastu fýra árini.

IEA vil vera við, at fer prísurin ov langt niður, so fer støðan at gerast torfør í árunum sum koma, tí alt ov lítið av olju verður at fáa.

Tørvurin veksur

IEA hevur roknað út, at í 2040 verður tørvur á 104 milliónum tunnum av olju um dagin. Nú er tørvurin 90 milliónir tunnur um dagin.

Størsta orsøkin til, at oljuprísurin lækkar, er, at USA støðugt økir sín part av skiferolju, og tí ikki innflytur so nógva olju longur.

Altjóða orkustovnurin sigur, at neyðugt er við íløgum fyri 900 milliardir dollarar í oljuvinnuna um árið, um nóg mikið av olju skal kunna keypast um 20 ár.

Lækkar oljuprísurin ov nógv, so verða færri íløgur gjørdar, sigur IEA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815