Framvegis ósemja um rentustuðulin

Framvegis ósemja um rentustuðulin
Samd Fíggjarnevnd mælir aftur í ár løgtinginum frá at samtykkja uppskotið hjá Jørgeni Niclasen um at lækka rentustuðulin
 
13.11.2014 - 07:50

Landsstýrisfólkini og løgtingsfólkini hjá samgonguni eru framvegis rúkandi ósamd um rentustuðulin.

Samd Fíggjarnevnd mælir aftur í ár løgtinginum frá at samtykkja uppskotið hjá Jørgeni Niclasen um at lækka rentustuðulin.

Nevndin sigur, at í 2009 varð gjørd ein semja í Fíggjarnevndini um framtíðarloysn viðvíkjandi rentustuðlinum.

Fíggjarnevndin heldur tað tí vera skeivt at gera broytingar nú, sum ikki eru partar av einari heildarloysn.

Vilja hava langtíðarætlan

Nevndin sigur, at Jørgen Niclasen heldur eigur at gera langtiðarætlan og semju við allar flokkar á tingi um, hvussu rentustuðulin skal vera í framtíðini. 

Fíggjarnevndin sigur eisini, at rentustuðulin hevur stóra ávirkan á bústaðarmarknaðin og fíggjarmarknaðin í Føroyum. - Hann ávirkar virðið á bústøðum og útlánini. Harafturat fer broyting í rentustuðlinum at ávirka stóran part av føroysku húsarhaldunum, serliga tey, sum nýliga hava tikið lán fyri at keypa hús.

Fíggjarmálaráðið vil hava rentustuðilin, sum er 35 prosent í ár, niður í 34 prosent næsta ár, og so líðandi niður í 30 prosent í 2019. Landskassin sparir hálva triðju millión krónur fyri hvørt prosentið. Tí verður sparingin 12,5 mió. kr. í 2019. 

Sambært útrokningum hjá Fíggjarmálaráðnum missa fólk úr 17 upp í 96 krónur í rentustuðli um mánaðin tey fimm árini, um uppskotið verður samtykt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210