Skulu verða betur fyrireikað til orðaskifti

Skulu verða betur fyrireikað til orðaskifti
Andstøðuflokkarnir mæla til at broyta tingskipanina
 
13.11.2014 - 08:35

Andstøðan í løgtinginum vil hjálpa tingfólkum at vera betur fyrireikað til orðaskiftini í tinginum.

Teir fýra flokkarnir, Framsókn, Javnaðarflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Tjóðveldi vilja hava tingskipanina broytta, so tey, sum leggja fram uppskot, fáa fimm minuttir til at greiða frá uppskotinum, áðrenn framsøgufólkini fáa orðið, tá mál hevur fyrstu viðgerð.

Teksturin í uppskotum er minni enn so altíð so greiður, at hann einsamallur er nóg gott grundarlag undir sakligari viðgerð og støðutakan.

Hetta kann elva til nógvar misskiljingar í viðgerðini, og viðgerðin fer tí av kósini.

Og so leggja andtøðuflokkarnir afturat, at serliga er hetta galdandi, tá løgmaður ella landsstýrisfólk leggja uppskot fyri løgtingið, - tí landsstýrisfólkið ikki fær orðið fyrr enn eftir, at framsøgufólkini hjá øllum flokkum hava havt orðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070