Edmund Joensen: Sambandsflokkurin er farin av kós

Edmund Joensen: Sambandsflokkurin er farin av kós
Fyrrverandi formaðurin í Sambandsflokkinum er bersøgin í eini kronikk í Dimmalætting. Hann finst hvassliga at flokkinum í málunum um pensjónsskattingina og flatskattin og sigur, at hevði Sambandsflokkurin tikið valyftini í álvara, høvdu

29.02.2012 - 15:02

Órógvandi er at síggja, hvussu Sambandsflokkurin er farin av kós 100 dagar eftir, at ABDH-samgongan varð skipað. Flokkurin hevur flutt seg frá sínum sosiala-liberala grundstøði, og fryktandi er fyri, at hetta kemur flokkinum aftur um brekku, um kósin ikki verður rættað.

Soleiðis skrivar Edmund Joensen, fólkatingsmaður og fyrrverandi løgmaður, formaður og løgtingsmaður Sambandsfloksins, í kronikk í Dimmalætting í dag.

Edmund Joensen skrivar, at flokkurin fylgir í dag øðrum flokki á einari víðgongdari høgra-liberalistiskari kós, har fá fyrilit eru fyri stevnu Sambandsfloksins .

- At Sambandsflokkurin er við til at skatta pensjónir við inngjald er eitt beinleiðis inntriv í persónliga frælsið hjá borgarunum. Hetta er eitt brotið sosial-liberalt prinsipp, skrivar Edmund Joensen.

Hann heldur, at tá pengar aftur fara at vanta í, er ikki óhugsandi, at gjøld ella skattur koma á pensjónirnar eisini, tá tær skulu gjaldast út.

- Sambandsflokkurin átti at hildið seg burtur frá slíkum, og inntrivið skuldi verið spolað aftur alt fyri eitt, skrivar Edmund Joensen.

Ikki skattapolitikkur hjá Sambandsflokkinum

Hann heldur eisini, at skattapolitikkurin hjá samgonguni gongur ímóti sosialu-liberalu stevnu floksins.

- Flatur skattur við nøkrum knekkum á kurvini ber í sær, at tey, sum forvinna minst, eru fyri vanbýti. Skipanin arbeiðir ímóti hesum bólki. Hetta er ikki rímiligt, og tað er ímóti prinsippinum um, at allir borgarar í útgangsstøðinum skulu hava somu møguleikar, skrivar fyrrverandi formaðurin í Sambandsflokkinum.

Edmund Joensen sigur, at hevði Sambandsflokkurin tikið sítt politiska góðs og vallyfti í álvara, høvdu vit havt eina aðra stjórn í dag.

- Á ongan hátt var valúrslitið eitt ynski frá føroyingum um at seta eina víðgongda høgra-liberalistiska kós til valdið, skrivar Edmund Joensen.

Hann sigur, at vantandi samráðingarviljin hjá donsku stjórnini í málinum um at dagføra ríkisveitingina er beinleiðis úrslit av, at Sambandsflokkurin vrakaði Javnaðarflokkin sum samstarvsfelaga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. mars
Eitt korter við kórtónleiki 10. mars 2026
205581
Fríggjadag 13. mars
Andglettur
205568
Fríggjadag 13. mars
Góðan morgun Føroyar
205563
Fríggjadag 13. mars
Morgunlestur fríggjadagur 13.mars 2026
205071
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. mars
Andgletturin - Sambandsflokkurin
205567
Fríggjadag 13. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205561
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491