Verkfallið kostar ein fjórðing av lønini

Verkfallið kostar ein fjórðing av lønini
Nú Pedagogfelagið er farið at gera støðuna upp eftir verkfallið, er líkt til, at limirnir bert fáa 75 prosent av lønini, meðan teir vóru í verkfalli

28.02.2012 - 11:28

Verkfallið hjá Pedagogfelagnum kostar limunum ein fjórðing av lønini fyri tíðina, verkfallið vardi.

Limirnir fáa løn frá felagnum, men líkt er til, at teir fáa ikki meira enn 75 prosent.

Treytin fyri at fáa pengar frá Pedagogfelagnum er, at fólk vóru við í tiltøkunum, felagið skipaði fyri í verkfallinum. Tey flestu vóru við, sigur forkvinnan, Maud Wang Hansen.

Nevndin og tey 120 álitisfólkini eru saman um avgerðina at fara í verkfall. Hvør einstakur limur verður ikki spurdur, tí álitisfólkini umboða limirnar, sigur forkvinnan.

Pengarnir, sum limirnir fáa frá felagnum, er limagjaldið. Kortini verður verkfalslønin flutt limunum sum A-inntøka. Tað merkir, at hetta eru pengar, sum verða skattaðir tvær ferðir, tí fólk rinda limagjald av skattaðum pengum.

Men hetta fáa fakfeløgini einki gjørt við, sigur Maud Vang Hansen.

Verkfallið hjá pedagogunum og hjálparfólkjunum vardi í tríggjar vikur og ein dag.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290