Fuglakrím staðfest í Niðurlondum

Fuglakrím staðfest í Niðurlondum
ES-nevndin fer í dag at samtykkja krepputiltøk
 
17.11.2014 - 09:31

Fuglakrímið, H5N8, ið smittar illa, er staðfest í Niðurlondum, og myndugleikarnir hava sett forboð fyri øllum flutningi av hønum, høsnarungum og eggum. Samstundis eru boð givin um at drepa 150.000 hønur á einum garði.

ES-nevndin fer á kreppufundi í dag at samtykkja tiltøk, sum skulu forða fyri, at smittan breiðir seg, sigur ein talsmaður fyri ES-nevndina.

Herfyri varð fuglakrím staðfest í Asia, seinni í Týsklandi, og í gjár varð tað staðfest í einum dunnugarði í Bretlandi.

Hildið verður kortini ikki, at fuglakrímið, sum nú hóttir, er serliga skaðiligt fyri fólk.

Einki fólk er higartil vorðið sjúkt av hesum slagnum av fuglakrími, men tað varð ikki staðfest í Evropa fyrr enn 4. november, tá tað varð staðfest í Týsklandi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329