Statoil leigar nýtt føroyskt veitingarskip

Statoil leigar nýtt føroyskt veitingarskip
Supply Service í Leirvík fer at leiga Statoil Sjóborg, sum verður latin eigarunum um ein mánað

28.02.2012 - 09:55

Norska oljufelagið Statoil fer at leiga nýggja veitingarskipið Sjóborg, sum stendur í gerð í Noregi.

Sjóborg verður latin reiðarínum, Supply Service í Leirvík, 23. mars, og fer síðani beinleiðis til Bergen, har sáttmálaskeiðið við Statoil byrjar. Skipið er leigað í seks mánaðir, men møguleiki er at leingja leigusáttmálan í eitt ár.

Umframt veiting fevnir sáttmálin eisini um oljurudding og bjarging.  Øll manningin á Sjóborg verður føroysk.

Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Supply Service, fegnast um sáttmálan við Statoil, sum er størsti operatørur í norskum øki.

- Sáttmálin staðfestir eisini góða arbeiðið, sum manningin á hinum báðum veitingarskipunum hjá reiðarínum, Eldborg og Saeborg, hevur avrikað, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. apríl
Vikugesturin: Tey útstoyttu standa mær nær
206907
Leygardag 11. apríl
Vikan 11. apríl 2026
206906
Leygardag 11. apríl
Morgunlestur leygardagur 11.apríl 2026
206586
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873