Nógv koma framvegis í ALS

Nógv koma framvegis í ALS
Lønirnar til starvsfólkini í ALS eru tvífaldaðar síðani 2009. Starvsfólkini hava hægri útbúgvingar, og fáa meiri í løn enn skrivstovufólk
 
20.11.2014 - 09:47

Hóast arbeiðsloysið er minni enn nakrantíð, koma nógv fólk framvegis í Arbeiðsloysisskipanina. 

Í fjør stovnaði ALS knappliga 2.000 arbeiðsleys, og higartil í ár eru fleiri enn 1.500 skrásett fyrstu ferð at vera arbeiðsleys.

Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur svarað Bill Justinussen, løgtingsmanni, sum spurdi, hví lønarútreiðslurnar hjá Arbeiðsloysisskipanini eru meiri enn tvífaldaðar síðani 2009.

Í 2009 arbeiddu 17 fólk hjá ALS, í fjør vóru tey 32.

Lønirnar meira enn tvífaldaðar

Men lønirnar eru meira enn tvífaldaðar hesi fimm árini. Tær vóru 6,3 mió. kr. í 2009 og 15 mió. kr. í fjør.

Ein orsøk er, at virksemið hjá ALS er broytt og krevur nú fólk við hægri útbúgvingum. Tey fáa meira í løn enn skrivstovufólk. Og í 2013 rindaði ALS tvær stjóralønir, tí stjóraskifti var. 

Seinastu árini hevur verið trupult hjá ungum fólki at sleppa í læru. Tí hevur ALS tikið tríggjar lærlingar, hevur Johan Dahl fingið at vita frá ALS.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. apríl
Eftir sjey feit ár (4:4)
207658
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539