Fingu boðið 3,6 prosent í trý ár

Fingu boðið 3,6 prosent í trý ár
Fakfeløgini í Fakfelagssamstarvinum tóku ikki av tilboðnum frá Akseli V. Johannesen, landsstýrismanni, tí tey hildu 1,2 prosent um árið vera ov lítið, avdúkar formaðurin í Lærarafelagnum

27.02.2012 - 08:44

Fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum fingu tilboð um 1,2 prosent í lønarhækking um árið í trý ár.

Tað avdúkar formaðurin í Lærarafelagnum, Herálvur Jacobsen, í oddagreinini í nýggjasta Skúlablaðnum.

Men feløgini tóku ikki av tilboðnum frá Akseli V. Johannesen, sum var landsstýrismaður í fíggjarmálum í undanfarnu samgongu.

Formaðurin í Lærarafelagnum viðger Fakfelagssamstarvið í oddagreinini. Hann skrivar, at longu í juni í fjør fór Fakfelagssamstarvið undir samráðing við Fíggjarmálaráðið um nýggjar sáttmálar fyri teir, sum fóru úr gildi 1.oktober.

Tað var í vónini um at fáa samráðingarnar avgreiddar í góðari tíð. Aksel V. Johannesen gjørdi alt fyri eitt greitt, at sum støðan var, so var ikki pláss fyri stórum lønarhækkingum.

Hinvegin legði landsstýrismaðurin dent á, at fyrilitaleysar sparingar gjørdu størri skaða enn gagn. Tí bjóðaði hann feløgunum 1,2 prosent um árið í trý ár.

Hóast feløgini í Fakfelagssamstarvinum vóru ymisk á máli um lønarhækking, so vóru 1,2 prosent mett at vera ov lítið. Tí tóku feløgini ikki av, skrivar Herálvur Jacobsen.

Sum frá leið gjørdist greitt, at løgtingsval fór at verða skrivað út í ótíð. Í Fakfelagssamstarvinum varð tosað um, um tað ikki var skilabest at skriva undir sáttmála fyri løgtingsvalið, tí nýggj samgonga kundi koma eftir valið.

Hetta var ikki tikið í nóg stórum álvara, og tí hendi einki, skrivar Herálvur Jacobsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542