Atlantic Petroleum 67 mió. kr. í avlopi

Atlantic Petroleum 67 mió. kr. í avlopi
Felagið útvann umleið 740.000 tunnur á trimum oljuleiðum í fjør

24.02.2012 - 14:13

Atlantic Petroleum hevði 67 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í fjør. Úrslitið er heldur lakari enn árið fyri, tá yvirskotið var 109 milliónir eftir skatt.

Umsetningurin hjá Atlantic Petroleum øktist harafturímóti, úr 422 upp í 435 milliónir krónur.

Felagið útvann í fjør 737.000 tunnur av olju úr leiðunum Chesnut, Ettrick og Blackbird.

Atlantic Petroleum fekk fleiri nýggj loyvi í fjør, og tað styrkir møguleikarnar fyri at útvinna olju í ár og næstu árini, sigur felagið í ársroknskapinum.

Atlantic Petroleum roknar tí við at útvinna millum 700.000 og 800.000 tunnur av olju í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873