Samanlegging var ikki lógarbrot

Samanlegging var ikki lógarbrot
Ein borgari kærdi avgerðina hjá Johan Dahl, landsstýrismanni, at leggja Arbeiðseftirlitið og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna saman. Men samanleggingin var í lagi, sigur landsstýrismálanevndin

23.02.2012 - 16:03

Landsstýrismaðurin í vinnumálum framdi ikki lógarbrot, tá hann legði Arbeiðseftirlitið undir Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.

Tað metir Landsstýrismálanevndin, sum hevur viðgjørt eina kæru frá privatum borgara.

Borgarin vísti í kæruni á fleiri viðurskifti á Arbeiðseftirlitinum, ið ikki hava verið í lagi, síðani stovnurin varð lagdur undir Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.

Landsstýrismálanevndin vísir í sínum svari á, at landsstýrismaðurin í vinnumálum í sambandi við samanleggingina sigur seg hava tryggjað, at hann framhaldandi er hægsti myndugleiki yvir arbeiðsumhvørvislógini, at Arbeiðseftirlitið er hjá einum stovni undir landsstýrismanninum, og at eitt óheft arbeiðsumhvørvisráð og ein vinukærunevnd framhaldandi virka samsvarandi lógini.

Tað tekur landsstýrismálanevndin til eftirtektar. Nevndin metir ikki, at landsstýrismaðurin hevur fram lógarbrot, og nevndin ger tí ikki meira við málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659