Teista-nevndin kunnaði ikki kommunurnar

Teista-nevndin kunnaði ikki kommunurnar
Nevndin heitir á Strandferðsluna um at varðveita túratalið millum Gomlurætt og Skopun
 
24.11.2014 - 13:32

Teista-nevndin hevur ikki kunnað kommunurnar í Sandoynni um ætlanina hjá Strandferðsluni at skerja túratalið, men nevndin varð ikki kunnað um, at broytingar skuldu gerast í ferðaætlanini longu 1. desember.

Tað sigur Teista-nevndin, sum er nevnd, kommunurnar í Sandoynni hava sett at arbeiða fyri at betra sambandið í oynna, í einum tíðindaskrivi.

Nevndin var á fundi við leiðsluna á Strandferðsluni fyri tvemum mánaðum síðani, har stjórin kunnaði um nýggju hvílitíðarreglurnar. Sambært nevndini boðaði strandferðslustjórin frá, at fanst peningur ikki, varð neyðugt at taka onkran túr burtur sunnudag. Teista-nevndin fataði hetta í fyrstu atløgu sum, at Strandferðslan fór at royna at útvega neyðuga peningin, so tað varð óneyðugt at broyta ferðaætlanina, men royndi at vísa á, at bleiv neyðugt at broyta ferðaætlanina, so bar til at gera hetta uttan skerja túratalið.

Varð ikki kunnað um broytingar

Nevndin sigur, at hon varð ikki kunnað um, at møguligar broytingar í ferðaætlanini skuldu gerast longu 1. desember. 

Teista-nevndin heitir á Strandferðsluna um at varðveita túratalið. Eftir øllum at døma hevur tað eydnast á Suðuroyarleiðini, og nevndin heitir á myndugleikarnar um at tryggja, at Strandferðslan fær hildið galdandi trygdarrreglur uttan at skerja tænastuna. 

Allir fýra borgarstjórarnir í Sandoynni siga í dag, at kommunurnar eru ikki hoyrdar í málinum um at skerja túratalið á Sandoyarleiðini. Teistanevndin sigur, at hon tekur á seg, at kunningin frá fundinum, sum hon hevði við Strandferðsluna, hevur ikki verið nøktandi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659