Vinnuhúsið: Útbjóðingarreglur skulu endurskoðast

Vinnuhúsið: Útbjóðingarreglur skulu endurskoðast
Vinnuhúsið mælir til, at rundskrivið verður víðkað, so tað eisini fevnir um størri part av landsins útboðspolitikki.
Mynd: Vinnuvitan.fo  
 
25.11.2014 - 09:27

Almennu útbjóðingarreglurnar eiga at verða endurskoðaðar.

Tað heldur Vinnuhúsið. 

Nú eitt gott ár er liðið, síðan rundskrivið um innkeyp av vørum og tænastum varð sett í gildi, eigur rundskrivið at verða endurskoðað fyri at fáa staðfest, hvørjir partar rigga væl, og hvørjir partar hava tørv á broytingum.

Vigað av nýggjum

Vinnuhúsið skrivar á heimasíðu sínari, at nøkur av teimum viðurskiftum, sum áttu at verið vigað av nýggjum, eru, um tað eigur at verða størri munur á teimum krøvum, sum verða sett til tilboðsfyrispurningar, sum eru smærri uppgávur, og so til almenn útboð, sum eru størri uppgávur.

Vinnuhúsið mælir eisini til, at rundskrivið eigur at verða víðkað, so tað fevnir um størri part av landsins útboðspolitikki.

M.a. verður í útboðspolitikkinum lagt upp til, at almennir stovnar við jøvnum millumbilum skulu gjøgnumganga sínar uppgávur og meta um, hvørjar uppgávur eru egnaðar at fáa kapping um. 

Hetta er ikki tikið við í rundskrivið, og møguleikarnir at effektivisera almennu framleiðsluna gjøgnum samstarv við privatar veitarar verða tí ikki royndir í nóg stóran mun, heldur Vinnuhúsið.

Ásetingar ikki hildnar

Tey vísa eisini á ein annan trupulleika, sum tey halda má loysast, og hann er, at tað mangan kemur fyri, at ásetingar í rundskrivinum ikki verða hildnar. 

M.a. kemur tað framvegis fyri, at útboðstilfarið verður orðað á donskum, hóast tað greitt stendur í rundskrivinum, at málið skal vera føroyskt. Bert um eingin føroyskur veitari finst, loyvir rundskrivið, at útboðstilfar o.a. verður orðað á útlendskum máli, sigur Vinnuhúsið. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. desember
Gudstænasta úr Ritvíkar kirkju 2. jóladag 2025
201982
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Hósdag 25. desember
Tórshavnar Manskór Jólakonsert
201682
Hósdag 25. desember
Ljósið rann av kærkeiks runni (1:2)
201928
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andaktin 2.jóladag
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Hósdag 25. desember
Andaktin 1.jóladag
201981