Skal sita í fýra vikur aftrat

Skal sita í fýra vikur aftrat
Maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava beint fyri Dánjali Peturi Hansen, noktar seg framvegis sekan

22.02.2012 - 14:41

Maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava beint fyri Dánjali Peturi Hansen fyrst í november í fjør, skal sita fýra vikur afturat í varðhaldi.

Tað avgjørdi rætturin í dag fyri afturlatnum hurðum.

Ákærin vildi hava varðhaldsfongslingina longda, millum annað tí at mentalkanningin av tí varðhaldsfongslaða enn ikki er liðug.

32 ára gamli maðurin, sum hevur verið varðhaldsfongslaður síðani 16. november í fjør, noktar seg sekan í manndrápi, uppysir verjin, Annfinn V. Hansen.

Næstseinastu ferð, rætturin skuldi taka støðu til at leingja varðhaldsfongslingina, kravdi verjin, at rættarfundurin varð hildin fyri opnum hurðum. Men rætturin eftirlíkaði ikki kravinum.

Grundgevingin hjá verjanum var, at tann varðhaldsfongslaði fekk ikki rættvísa viðgerð, tí løgreglan kom við so mongum einvísum upplýsingum til fjølmiðlarnar.

- Hetta hevur løgreglan ivaleyst tikið til eftirtektar, tí nú hoyrist ikki so nógv í fjølmiðlunum, sigur Annfinn V. Hansen, sum tí ikki bað um at hava rættarfundin vera fyri opnum hurðum hesaferð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979