Lágur oljuprísur ávirkar norska búskapin

Lágur oljuprísur ávirkar norska búskapin
Úrslitið verður, at íløgurnar fækka, arbeiðsloysið veksur, lønirnar lækka, og partabrøvini fara eisini at lækka í virði, sigur norski tjóðbankin
 
26.11.2014 - 14:15

Hækkar oljuprísurin ikki aftur til tað, sum hann var fyri nøkrum mánaðum síðani, so verður afturgongd í norska búskapinum.

Tað eru tveir professarar í búskapi á einum máli um.

Grundarlagið undir frágreiðingini, sum teir hava gjørt, er, at oljuprísurin lækkar 25 prosent. Prísurin er í veruleikanum lækkaður 27 prosent.

Spurningurin er, hvussu leingi oljuprísurin verður so lágur sum nú, men ið hvussu er fer keypiorkan hjá norsku húsarhaldunum at minka, sigur Hilde C. Bjørnland, professari, sum saman við starvsfelaganum, Leif Anders Thorsrud, hevur gjørt frágreiðingina.

BTÚ minkar

Verður oljuprísurin á verandi stigi, fer bruttotjóðarúrtøkan at minka við 0,5 til2,5 prosentstig. Og tá er talan um afturgongd, upplýsir norski tjóðbankin.

Verður oljuprísurin verandi á tí stigi, hann er nú,  lækkar bruttotjóðarúrtøkan uppaftur meiri, sigur professarin. Úrslitið verður, at íløgurnar gerast færri, arbeiðsloysið veksur, lønirnar lækka, og partabrøvini fara eisini at lækka í virði.

Fyri einum ári síðani kostaði ein tunna av olju úr Norðsjónum 107,90 dollarar, í gjár var prísurin 78,27 dollarar fyri tunnuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086