Nú fara sjúkrarøktarfrøðingarnir til samráðingar

Nú fara sjúkrarøktarfrøðingarnir til samráðingar
Krøvini eru klár at senda lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum. Almanna- og Heilsurøktarafelagið og Psykiatrifelagið verða løgd saman í vár

22.02.2012 - 12:53

Meðan sjúkrarøktarfrøðingar væntandi byrja samráðingarnar við Fíggjarmálaráðið í næstu viku, bíða heilsurøktararnir við sínum sáttmálasamráðingum til seinni í vár, tá Almanna- og Heilsurøktarfelagið og Føroya Psykiatrifelag eru løgd saman.

Vár í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sigur, at teirra krøv eru fest á pappír og klár at senda Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum; men hon vil ikki siga, hvat stendur á pappírinum.

Umframt lønarhækking hava sjúkrarøktarfrøðingarnir eins og hini almennu fakfeløgini nøkur serkrøv.

Differentiering í løn hóvar felagnum lítið, sigur Vár í Gong. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar umleið 1.000 limir.

Sáttmálin hjá heilsurøktarunum fór eisini úr gildi í oktober, men heilsurøktararnir vera neyvan teir fyrstu, ið standa í røðini at sleppa inn í fundarhølið hjá lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum á Argjum.

Orsøkin er, at felagið, Almanna- og Heilsurøktarafelag Føroya, skal leggjast saman við Føroya Psykiatrifelag seinni í vár, upplýsir Majbritt Mohr, forkvinna í Almanna- og Heilsurøktarafelagnum.

Samanleggingin krevur millum annað ein eykaaðalfund og ein aðalfund, og tí verður neyvan farið undir samráðingar fyrr enn eftir 21. apríl, tá feløgini væntandi verða løgd saman.

Samanlagda Heilsurøktarafelagið hevur slakar 350 limir.

Mynd: Vár í Gong er forkvinna hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542