Kommunur leggjast saman fyri kommunuvalið í heyst

Kommunur leggjast saman fyri kommunuvalið í heyst
Kunngerðin um fólkaatkvøðuna er nú send kommununum til hoyringar. Fólkaatkvøðan um kommunusamanlegging verður 12. apríl
 
22.02.2012 - 08:46
Spurningurin til veljaran á fólkaatkvøðuni um kommunusamanlegging verður ikki bara um veljarans egnu kommunu.  
 
Fólk verða spurd, um tey taka undir við, at kommunurnar í teirra øki verða lagdar saman í eina kommunu. Økini eru sjey, sambært lógini um sjálvbodnar kommunusamanleggingar frá 2007.
 
Fólk í Fugloy til dømis, sum er í øki 1, verða spurd, um tey taka undir við, at Norðoyggjar verða skipaðar sum ein kommuna 
 
Fólkaatkvøðan er ikki bindandi, men er bara vegleiðandi. Samanleggingarnar skulu verða framdar fyri kommunuvalið, sum verður 13.november í ár.
 
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, sigur, at í fyrstu atløgu eru ongar ætlanir um at leggja kommunur saman við lóg. 
 
Tá  fólkaatkvøðan hevur verið, ætlar landsstýrismaðurin at bjóða kommunustýrunum í økjunum hvørt sær til fundar fyri at hoyra, hvat kommunurnar ætla. 
 
Kommunurnar fingu uppskotið um kunngerðina um fólkaatkvøðuna til hoyringar í gjár, og hava freist at svara til 9.mars.
 
Landsstýrismaðurin hevur sagt, at fólkaatkvøðan verður 12. apríl. Hon er mett at kosta 1,3 mió. kr. 
                   
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777