Serfrøðingur: Í lagi at sleppa sær av við kredittmeting

Serfrøðingur: Í lagi at sleppa sær av við kredittmeting
BankNordik sigur seg ikki hava brúk fyri metingum frá Moodys longur. Og tað er í lagi, sigur danski bankaserfrøðingurin, Bjarne Jensen

21.02.2012 - 16:39

Tað er í lagi, at BankNordik sleppur sær av við metingarfyritøkuna Moodys.

Tað heldur danski bankaserfrøðingurin, Bjarne Jensen.

Sambært forstjóranum í BankNordik hevur bankin sagt upp samstarvið við Moodys, tí brúk er ikki fyri metingunum.

- Vit hava ikki tørv á at læna pengar, og tíansheldur brúk fyri metingini hjá Moodys, sigur Janus Petersen.

Bjarne Jensen, bankaserfrøðingur, vísir á, at peningastovnar rinda dýrt fyri kredittmetingarnar frá Moodys, og tá BankNordik ikki hevur brúk fyri hesum metingum, er avgerðin løtt at taka.

Seinast lækkaði Moodys kredittmetingina hjá BankNordik og ávaraði samstundis um, at bankin nærkaðist einum stigi, har peningastovnar helst ikki vilja verða.

Janus Petersen vísir aftur, at bankin vrakar metingarfyritøkuna, tí bankin ikki fær eina kredittmeting, sum bankanum hóvar.

Átta stórir peningastovnar í ríkinum fingu í farnu viku eina fráboðan frá metingarfyritøkuni Moodys, at teir vóru á vandaleið, og at kredittmetingin helst fór at lækka.

Hesir bankar eru: Danske Bank, DLR Kredit, Jyske Bank, Nordea Danmark, Ringkjøbing Landbobank, Spar Nord Bank, Sydbank og Nykredit.

Metingarfyritøkurnar hava verið fyri atfinningum, tí ongar ávaringar vóru frammi undan seinastu bankakreppu.

Tí eru fleiri danskir serfrøðingar, sum halda, at lækkingin hesaferð hevur ikki so nógv upp á seg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Lazarus - Beinleiðis úr Studio 5
216358
Fríggjadag 13. november
Le connetable
216318
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210