Tekur ákæru móti føroyskum embætisfólkum aftur

Tekur ákæru móti føroyskum embætisfólkum aftur
Grønlendska fiski- og veiðumannafelagið, KNAPK, dregur nú í land
 
01.12.2014 - 10:29

Grønlendska fiski- og veiðumannafelagið, KNAPK, tekur nú aftur skuldsetingarnar móti føroyskum og íslendskum embætisfólkum í grønlendska aðalráðnum fyri fiskiskap, veiðu og landbúnað.

Fiski- og veiðumannafelagið skuldsetti fyri tveimum vikum síðani føroysk og íslendsk embætisfólk í aðalráðnum fyri at geva føroyskum áhugamálum í grønlendska makrelfiskiskapinum framíhjárætt, tá kvotur skulu útlutast. 

Men Jørn Isak Olsen, aðalstjóri í grønlendska aðalráðnum fyri fiskiskap, veiðu og landbúnað, hótti stutt eftirvið at stevna KNAPK, um felagið ikki tók sínar ákærur aftur.

Og í dag skrivar grønlendska blaðið Sermitsiaq, at KNAPK hevur tikið skuldsetingarnar aftur, og aðalráðið fyri fiskiskap, veiðu og landbúnað hevur góðtikið umberingina.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572