Runavík: Inntøkur og skattaprosent óbroytt

Runavík: Inntøkur og skattaprosent óbroytt
Raksturin í kommununi veksur næsta ár, og 23,5 mió. kr. eru settar av til íløgur
 
02.12.2014 - 07:47

Býráðið í Runavíkar kommuna hevur samtykt fíggjaætlanina fyri 2015. 

Inntøkurnar fyri 2015 eru mettar at verða tær somu sum í ár tær verða 131,5 milliónir krónur. Og skattaprosentið verður óbroytt, 22 prosent. 

Raksturin økist harafturímóti við góðum trimum milliónum, upp í góðar 91 milliónir krónur næsta ár, tí lønirnar hækka, og nýggj tilboð eru á skránni, skrivar kommunan á heimasíðu síni. 

Barnafrádrátturin verður óbroyttur, 5.000 krónur fyri hvørt barnið, men kommunan ætlar at lækka barnaansingargjøldini við umleið fimm  prosentum næsta ár. Og ætlanin er lækka barnaansingargjøldini enn meira næstu árini.

23,5 mió. til íløgur

23,5 milliónir skulu nýtast til íløgur næsta ár, og eru tað serliga tvær stórar verkætlanir, sum eru á skránni fyri 2015. 

Tær eru av vatnverkið  á Skála, sum skal framtíðartryggja vestara og eystara arm á Skálafjørðinum við vatni, og framhald av spillivatnsverkætlanini. Í 2015 stendur Skála fyri tørni, skrivar kommunan. 

Býráðið boðar eisini frá ætlanum í 2016 og 2017. Í 2016 ætlar býráðið at gera Náttúrubarnagarðurin Sóljuhjarta í Søldarfirði lidnan og at binda Kongshavn og Betabryggjuna saman í Runavíkar havn. 

Í 2017 skal havnin í Runavíkar gerast liðug, spillivatnsætlanin heldur fram, og so ætlar kommunan at fara undir at fyrireika arbeiðið at gera eina svimjihøll.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244