Eini tími afturat til alisfrøði

Eini tími afturat til alisfrøði
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, ætlar at fáa pening á fíggjarlógini til meiri undirvísing í alisfrøði
 
02.12.2014 - 10:24

Í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2015 er lagt upp fyri, at alisfrøði í framhaldsdeildini fær ein tíma afturat um vikuna.

- Hóast fíggjarkarmarnir eru trongir, ætla vit at bera so í bandi, at alisfrøði fær ein tíma afturat í framhaldsdeildini, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í skúlamálum, við Skúlablaðið. 

Alisfrøði fær sum er tveir tímar um vikuna í áttanda flokki, og tveir tímar um vikuna í níggjunda flokki.

Fleiri velja alisfrøði

Fígging er ikki sum er til eftirútbúgving av lærarunum í alisfrøði, men landsstýrismaðurin sigur seg vóna, at tað, at alisfrøði fær ein tíma afturat, fer at hava við sær, at fleiri fara at velja alisfrøði á linju í læraraútbúgvingini.

Tað er dýrt at seta slíkar útbúgvingar á stovn, tí umframt at lærarar, sum taka ískoytisútbúgvingina skulu hava niðurskurð, so skulu vikarar setast inn í flokkarnar, teir dagar lærararnir eru á skeiði. 

- Vit eru sera fegin um at hava sett hesa útbúgvingina á stovn, tí tað er umráðandi at hava serfrøði á økinum, at kunna menna støddfrøðiundirvísingina og veita talblindum og næmingum, ið hava serligar avbjóðingar í støddfrøði, serkønari hjálp so skjótt sum til ber, sigur Bjørn Kalsø.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776