Løgmaður verður spurdur um sáttmálatrætuna

Løgmaður verður spurdur um sáttmálatrætuna
Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, spyr løgmann, um hann heldur, at tíðin er búgvin at leggja trýst á sínar landsstýrismenn, nú pedagogverkfallið hevur vart í tríggjar vikur

20.02.2012 - 13:58

Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, vil nú hava vita frá løgmanni, um hann heldur, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum handfer samráðingarnar við Pedagogfelagið nóg væl, nú farið verður inn í fjórðu vikuna við verkfalli.

Bjørt Samuelsen fer at seta Kaj Leo Holm Johannesen spurningin, tá munnligir fyrispurningar eru á skránni í løgtinginum mikudagin.

Hon spyr eisini løgmann, um hann heldur tað vera nøktandi, at summi børn onga skúlagongd fáa undir verkfallinum, og um løgmaður ætlar at taka nøkur stig fyri at faa trupulleikarnar loystar.

Bjørt Samuelsen sigur í viðmerkingum til fyrispurningin, at sáttmálatrætan millum Pedagogfelagið og arbeiðsgevararnar er alt ov itil til, at tað kann forsvarast, at samfelagið í stóran mun verður lagt lamið.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, sum varðar av flestu arbeiðsplássunum á pedagogiska økinum, sigur seg vera til reiðar at finna eina loysn, og krúllan tykist ikki vera trupul at greiða, um veruligur vilji er til tess, sigur Bjørt Samuelsen.

Hon sigur, at spurningarnir verða settir til tess at fáa fram, um løgmaður heldur, at tíðin er búgvin at leggja trýst á sínar landsstýrismenn at fáa loyst trupulleikarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011