Almennar byggiætlanir skulu kannast

Almennar byggiætlanir skulu kannast
Løgtingsgrannskoðararnir staðfesta enn einaferð, at einki hendir, hóast víst verður á somu viðurskifti ár undan ári

20.02.2012 - 10:21

Trygdarmiðstøðin í Klaksvík er ikki nakað eindømi um almennar byggiverkætlanir, sum fara av sporinum, siga løgtingsgrannskoðararnir, sum hava biðið Landsgrannskoðanina kanna fleiri byggiverkætlanir hjá tí almenna hesi seinastu árini.

Løgtingsgrannskoðararnir hava biðið løgtingið góðkenna landsroknskapin fyri 2010.

Í uppskotinum vísa løgtingsgrannskoðararnir á tær nógvu viðmerkingarnar, sum Landsgrannskoðanin hevur um roknskapin. Og at einki hendi, hóast víst verður á somu viðurskifti ár undan ári.

Sjálvir hava løgtingsgrannskoðararnir eisini nógvar viðmerkingar. Teir átala millum annað byggimálið hjá Trygdarmiðstøðini, har sum framvegis er stórur ivi um ábyrgd og nær, arbeiðið verður liðugt.

Løgtingsgrannskoðararnir nevna eisini framleiðsluhølini hjá Apoteksverkinum, sum kosta nógv meira enn upprunaliga ætlað.

Teir átala harðliga roknskaparviðurskiftini hjá Uttanríkisráðnum og enn eina ferð átala teir harðliga, at nýggj forsorgarlóg ikki er komin enn.

Síðani í nítiárunum hava landsstýrisfólkini  í almannamálum boðað frá, at tey arbeiða við nýggjari lóggávu, og at øll almannalóggáva fór at verða lagað til føroysk nútíðarviðurskifti innan fyri stutta tíð, siga løgtingsgrannskoðararnir.

Løgtingsgrannnskoðararnir halda tað heldur ikki vera í lagi, at bara 16 av 126 rakstrarjáttanum í fíggjarlógini hava upplýsingar um mál, avrik og úrslit.

Mynd: Framleiðsluhølini hjá Apoteksverkinum er ein verkætlan, sum hevur kostað nógv meira enn ætlað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744