Fáa ikki barsilsfarloyvi til ættleiðing

Fáa ikki barsilsfarloyvi til ættleiðing
Fimm til 14 børn vórðu ættleidd um árið frá 2007 til 2012. Í fjør vórðu fýra børn ættleidd
 
03.12.2014 - 08:08

Tað verður ikki í hesum umfarinum, at bæði foreldrini, sum ættleiða barn, fáa fýra vikur barsilsfarloyvi og barsilspengar fyri ættleiðingina.

Vinnumálaráðið hevur biðið løgtingið gera eina broyting, ella rætting, í lógini um Barsilsskipanina.

Ættleiðingarfelagið fekk lógarupskotið til hoyringar og gjørdi vart við, at Suðurafrika hevur hert krøvini til teirra, sum ættleiða børn haðani. Foreldur, sum ættleiða, skulu vera í Suðurafrika í fýra mánaðir. 

Í Danmark hava bæði foreldur rætt til farloyvi og barsilspengar í minst fýra vikur fyri ættleiðingina, og ikki bara annað foreldrið sum í Føroyum.

Dýrt at ættleiða

Tað er eisini vorðið dýrari at ættleiða børn. 

Sambært tølum hjá Ríkisumboðnum, sum umsitur ættleiðing í Føroyum, vóru 5 til 14 børn ættleidd um árið frá 2007 til 2012, í fjør vóru fýra børn ættleidd. 

Í løtuni eru 22 familjur á bíðilistanum, og bíðitíðin eftir at sleppa at ættleiða er trý til fimm ár. Væntandi verða ikki fleiri enn fýra til seks børn ættleidd um árið í framtíðini, heldur Ættleiðingarfelagið.

Vinnumálaráðið hevur boðað løgtinginum frá, at lógarbroytingin nú er bara tøknilig. Innihaldið í lógini verður ikki broytt í hesum umfarinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303