Lata ongan pening úr grunni til sosial endamál

Lata ongan pening úr grunni til sosial endamál
Nú innlánsrentan er so lág, eru ikki nóg nógvir pengar í grunninum at býta millum umsøkjararnar
 
03.12.2014 - 14:38

Hvørki í ár ella komandi árini verður gjørligt at søkja um pengar úr Grunninum frá 1989 til sosial endamál í Føroyum.

Nú innlánsrentan er so lág, eru ikki nóg nógvir pengar í grunninum at býta millum umsøkjararnar. Rentan av stovnsfænum verður latin í stuðli, tí ikki ber til at taka av stovnsfænum, sum er 700.000 kr. 

Stýrið fyri grunnin hevur tí avgjørt ikki at lata stuðul í ár og komandi árini.

Ætlanin er eisini at kanna, um til ber at leggja grunnin saman við øðrum grunni, sum hevur sama endamál.

50.000 kr. um árið

Grunnurin hevur seinastu árini latið hálvthundrað túsund krónur í stuðli um árið til millum 12 og 15 umsøkjarar.

Endamálið hjá Grunninum frá 1989 til sosial endamál í Føroyum er at stuðla fólki, sum eru komin illa fyri av vanlukku, sjúku ella øðrum umstøðum. 

Grunnurin kom í 1989, tá Sparekassefondet, Julemærkelegatet til fordel for syge og svagelige børn på Færøerne og Legat af 1989 for sociale formål på Færøerne vórðu løgd saman.

Í stýrinum fyri grunnin, sum avger, hvør fær stuðul, eru dómprósturin, landslæknin og aðalstjórin í Almannamálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Tá kroppurin broytist
206728
Mikudag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
206727
Mikudag 8. apríl
Morgunlestur mikudagur 8.apríl 2026
206583
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638